Skúlafótbóltur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 31.10.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í morgun eru nógvir næmingar í 4.fl. farnir suður í Marghøllina í Vági at spæla fótbólt. 

Síðsta mikudag vóru nógvir næmingar í 6.fl. í Marghøllini. Skúlin við Løgmannabreyt vann bæði gentu- og dreingjabólkin og skulu tí til tann stóra finaludagin, sum verður í maj 2019. 
Myndin er av gentuliðnum í 6.fl., sum vann kappingina hjá gentunum síðsta mikudag. SVL 2 vann dreingjabólkin hjá 6.fl.