5. flokkur á vitjan á Brennistøðini á Hjalla

Skrivað hevur: Bogi

Útgivið tann: 10.10.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hesa vikuna hava vit evnisviku, har næmingarnir arbeiða við teimum 17 heimsmálunum.

Mánadagin vóru tey í 5. fl. á Brennistøðini á Hjalla, tí tey arbeiða við heimsmáli 12, sum er um Ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu. Ein undranarspurningur er, um vit kunnu minka um nøgdina av ruski.

Á Brennistøðini sóu tey m.a., hvussu tey har skilja ruskið at brenna, hvat verður tyrvt, tey vórðu kunnað um endurnýtslu, og hvat verður gjørt við vandamikið dálkandi burturkast.

Í gjár vóru tey í 1. fl. og vitjaðu á Brennistøðini. Myndir frá teirra vitjan síggja tit á heimasíðu okkara undir Nýggjastu myndasøvn.

Mánadagin stóð henda greinin á dagur.fo:  

https://dagur.fo/skulin-vid-logmannabreyt-a-vitjan-a-brennistodini