Evnisvika

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 02.10.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í komandi viku hava allir flokkar evnisviku.

Í evnisvikuni í ár verður arbeitt við teimum 17 heimsmálunum hjá ST, sum fyri ár 2030 skulu skapa ein betri heim. Altjóða átakið, sum byrjaði í 2015, verður kallað Heimsmál fyri burðardyggari menning.

Fríggjadagin 12. oktober frá kl. 10 er ymiskt at síggja í námsfrøðiliga deplinum, sum flokkarnir hava arbeitt við. Foreldur og onnur eru vælkomin at hyggja at framsýningini, sum stendur frammi allan fríggjadagin. Skúlin er opin til kl. 17.

Framsýningin stendur eisini frammi vikuna eftir heystfrítíðina.

Skúlagongdin í evnisvikuna sær soleiðis út:

Mánadagin, týsdagin og mikudagin frá kl. 8.00 til kl.13.20. Tó er 1. flokkur til kl.11.20 mánadagin.
Hósdagin og fríggjadagin frá kl. 8.00 til 11.20.

Her ber til at lesa um tey 17 heimsmálini
https://static1.squarespace.com/static/56aa88d940667a8265f73d33/t/5a95d696f9619aff05fcabf5/1519769289598/ST+HEIMSM%C3%81LINI+%C3%81+BREDDAN+%C3%8D+F%C3%98ROYUM.pdf