Fyrsti næmingur liðugur við próvtøkuna

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 20.06.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fyrstur at gera seg lidnan við próvtøkuna í 9. flokki í ár var Allan MacIntosh.
Seinasta próvtøkufakið hjá Allani var enskt, og í morgun vant hann Merkið í húnar hátt, sum siður er. Allan byrjaði í 1. flokki í august 2009 og hevur gingið á Løgmannabreyt øll árini.

Fríggjadagin verða seinastu próvtøkurnar, og við hátíðarhaldið mánadagin 25. juni kl. 16 fáa teir 46 næmingarnir prógvið handað.

Skúlastjórin handaði Allani eitt blómutyssi frá skúlanum.