Súkkluverkstaðurin væl vitjaður

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 19.06.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Hósdagin í farnu viku var súkkluverkstaður fyriskipaður í skúlanum. Súkklusmiðir komu niðan í skúlan og kannaðu súkklurnar hjá næmingum í 1-7 flokki. Umframt at kanna um alt var í lagi við súkklunum, gjørdu sukklusmiðirnir eisini ymiskar ábøtur og stillingar. Nógvir næmingar nýttu hetta høvi at fáa súkkluna í góðan stand, nakað sum hevur nógv at siga fyri trygdina. Tað var Tòrshavnar Kommuna sum stóð fyri átakinum undir heitinum "Ferðast Grønt",