FERÐAST GRØNT - SÚKKLUVERKSTAÐUR

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 13.06.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

FERÐAST GRØNT - SÚKKLUVERKSTAÐUR er eitt átak, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu, m.a. at súkkla. Í tí sambandi skipar Tórshavnar Kommuna fyri at bjóða øllum skúlum í kommununi ókeypis súkkluverkstað soleiðis, at súkklurnar eru góðar og tryggar at súkkla á. Í súkkluverkstaðnum verður kannað um t.d. bremsurnar eru í lagi og eisini verða smáar ábøtur gjørdar.  
 
Hósdagin 14. juni kl. 10 til 13  
verður súkkluverkstaður í Skúlanum við Løgmannabreyt og høvi verður tí hjá øllum næmingum, sum hava súkklu við í skúla henda dagin, at fáa súkklurnar kannaðar. Súkkluverkstaðurin verður í skúlagarðinum. 
Fyri at øll ikki skulu koma í senn, hava vit gjørt hesa skrá:  
kl. 10.00-11.00:  1-3 flokkur  
kl. 11.00-12.00:  4-5 flokkur  
kl. 12.00-13.00:  6-7 flokkur  
 
Minst til at hava hjálmin við! 

Meira um tiltakið HER

Les um at súkkla hjá rff.fo
Leiðslan