Spæliliðið fingið prógv

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 29.05.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

23. maj var prógvhandan í Bowlinghøllini. Hetta var í sambandi við, at skúlarnir í Tórshavnar kommunu hava havt spælilið.
Hjá okkum við Løgmannabreyt eru tað næmingar í 7. flokki sum seinasta skúlaárið hava skipað fyri spæli við yngri næmingum nøkur ávís fríkorter í vikuni.

Næmingarnir vóru á skeið við skúlaársbyrjan, har teir lærdu, hvussu teir kundu standa fyri hesi uppgávu og fingu góð hugskot um, hvussu tú spælir við børn í 1., 2. og 3. flokki. Sigrid av Reyni Thomassen, AKT-lærari í skúlanum virkar sum akkersfólk og hevur hjálpt næmingunum at skipa fyri.

Annika Olsen, borgarstjóri, handaði prógvini og segði, at spæliliðini skapa meira lív í skúlagarðinum – bæði fysiskt og sosialt. Í stuttum er endamálið at fáa børn at vera virkin í fríkorterunum, skapa betri trivnað og forða fyri happing.

Annika Olsen borgarstjóri segði m.a. eisini í røðuni, "Takk fyri øll somul, at tit hetta skúlaárið hava mannað spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu og átikið tykkum hesa uppgávu, sum hevur so stóran týdning fyri felagsskap, góðan trivnað og rørslu"

Røðan hjá Anniku sæst her:
https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=8340