Lærarar til Skúlan við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 15.05.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum at byrja skúlaárið 2018/2019.
 

Søkt verður eftir:

  • 3 lærarum í fast starv
  • 6 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2018/2019 fyri lærarar í farloyvi, barnsburðarfarloyvi, vegna lækkað tímatal, eftirútbúgving, serligan tørv og avlopstímar.

Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2018.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í innskúlingini, ítrótti/svimjing, støddfrøði, føroyskum og alis-/evnafrøði.

 

Førleikakrøv

Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.

 

Søkt verður eftir lærarum, sum:

  • duga at samstarva
  • eru fyrikomandi og sýna ein jaligan hugburð mótvegis næmingunum
  • dáma avbjóðingar og tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
  • hava áræði til at taka ábyrgd
     

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Størvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

 

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. mai 2018, kl. 12.00.

 

Tú fært meiri at vita

um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

 

Umsóknin verður stílað til:

 

Skúlin við Løgmannabreyt

Postrúm 3174

110 Tórshavn

ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

 

Um skúlan:

Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er 430 í níggju árgangum. Í skúlanum starvast 40 lærarar, 4 námsfrøðingar, skrivari, 2 húsavørðar, 6 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk og frítíðartilboð til 3. flokk knýtt at skúlanum. Har arbeiða 12 námsfrøðingar og hjálparfólk.

Virðisgrundarlag skúlans er menning, virðing og yrkisføri.