Altjóða dansidagur - morgunsangur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 04.05.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

1. flokkur skipaði fyri morgunsanginum í morgun.

Teimum dámar væl at dansa, og tí høvdu tey valt altjóða dansidagin sum evni at tosa um.

Eftir eina áhugaverda framløgu, har tey skiftust um at lesa ein setning í part, fingu tey øll børnini at dansa.

Tey søgdu:

Hvørt ár tann 29. apríl er altjóða dansidagur.

Tá verður dansurin hátíðarhildin í øllum heiminum eisini her í skúlanum hjá okkum.

Í Danmark eru tað nøkur fólk, ið seta seg saman og fyriskipa ymisk tiltøk kring landið.

Her í Føroyum eru vit ikki komin so langt enn.

Tó hava tað verið nøkur ár, har fólk á dansidegnum hava dansað runt í býnum millum annað í sýnisgluggum, Miklagarði og SMS.

Altjóða dansidagurin snýr seg um at knýta sambond gjøgnum dansin millum fólk við ymsum áhugamálum og mentanum.

Øll kunnu vera við. Skúlar, arbeiðspláss, feløg og privat fólk.

Michelle Obama hevur eisini sett eitt tiltak í verk í USA, sum eitur MOVE.

Hetta tiltakið hevur til endamáls at geva børnum ein sunnari og glaðari lívsstíl.

Michelle Obama hevur brúkt fleiri dansarar í “So you think you can dance”, ið er ein kend amerikansk sjónvarpsrøð.

Eisini hevur hon brúkt Beyonce, har millum annað ein dansur er gjørdur til sang hennara “Let’s move your body”.

Henda dansin hava nógvir skúlar í USA lært.

Dansur er ein stuttligur og genialur háttur at røra seg.

Vit fara nú øll at reisa okkum upp og dansa ein dans