Pangea-støddfrøðikappingin 2018

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 04.05.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Til morgunsangin í morgun heiðraðu vit okkara dugnaligu næmingum, ið luttøku í finaluni í Pangea-støddfrøðikappingin síðsta leygardag í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Kappingin er fyri skúlanæmingar í 3. flokk til 9. flokk, har næmingarnir kappast á sínum floksstigi.

Skúlastjórin segði nøkur vælvald orð og handaði teimum eina rósu og eitt gávukort til minnis um finaluna.

Í ár hava 1836 næmingar úr 15 ymiskum skúlum tikið lut í kappingini. Av hesum høvdu 35 roknað seg í finaluna, 5 í hvørjum árgangi, og millum hesi 35 vóru okkara Poul Sumberg Eliasen í 3. fl., Dánjal Leitisstein Olsen og Kjartan Thomassen í 7. fl. og Hervør Debes Hammer í 8. fl. Hervør vann sín bólk.