Hagvík

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 17.04.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fólk frá hagstovuni vóru á skúlanum og greiddu frá hví tey hava gjørt Hagvík.

Í turru tølunum finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast.

Hagvík er ein lítil føroysk bygd, ið tekur pulsin í samfelagnum.

Lívið í lítlu bygdini er hendingaríkt. Smáu býlingarnir eru fullir av søgum um lív og fólk, ið verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum.

Bygdin skal kveikja áhugan fyri tí týdingi, ið hagtøl hava og vísa úrvalið í og møguleikarnar við Hagtalsgrunninum.

Hagvík er sniðgivin, bygd og ment á Hagstovuni.

Hon er fyrsta av sínum slag. Skermarnir eru knýttir at smáum teldum í borðinum. Tær hava samband við hagtalsgrunnin á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Skermarnir verða dagførdir sjálvvirkandi, tá nýggj tøl erutøk.

Ein lítil krúlla er at húsarnir, sum skermarnir sita í, eru sniðgivnir og 3D-prentaðir í Kollafirði.

Flestu næmingarnir á skúlanum hava vitja Hagvík