Flogbørn 4. flokkur

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 23.03.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

12. mars skipaði Flogbóltssamband Føroya fyri flogbørn-kapping fyri allar 4. flokkar í Tórshavnar Kommunu.
Spennandi var at vita, hvussu tað fór at gangast okkara 4. flokki. Tey vóru øll sera spent, tí 3. flokkur í skúlanum hevði jú vunnið somu kapping vikuna áðrenn.
Tað var sera javnt í millum nakrar skúlar allan dagin, og tí var spennandi at vita, hvør fór avstað við steypinum. 
Men endin var, at 4. flokkur í skúlanum við Løgmannabreyt vann kappingina.

Hjartaliga til lukku tit í 4. flokki :)

Meira er at lesa um kappingina her. Annika Olsen handaði steypið til 4. flokk 

https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=8152