Altjóða Downs Syndrom dagur 21. mars

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 22.03.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Vanligt er henda dagin at hava ymisk tiltøk, har endamálið er at kunna um og varpa ljós á Downs Syndrom, og tað gjørdu vit sjálvandi eisini í skúlanum við Løgmannabreyt.
Mett verður, at umleið sjey milliónir fólk í heiminum hava Downs Syndrom. Sambært WHO er týttleikin umleið 1/1000. Eingi tøl eru fyri, hvussu nógv fólk við Downs Syndromi eru í Føroyum, men seinastu mongu árini er bara eitt barn føtt í Føroyum um árið. Downs Syndrom stendst av einum eyka kromosomi, yvirhøvur kromosom nr. 21, men við røttum stuðli og útbúgving kunnu fólk við Downs Syndromi hava eitt vanligt gerandislív og góð lívskor sum øll onnur.
Fyri at halda dagin í skúlanum við Løgmannabreyt høvdu nakrar gentur í 7. flokki innrættað eitt lítið øki í námsfrøðiliga deplinum, har næmingarnir høvdu møguleika at smyrja neglinar við bláum naglalakki, fyri at vísa, at tey stuðla degnum og harvið strika undir, at fólk við Downs Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið.