Altjóða kvinnudagur

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 08.03.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í dag vóru næmingar og lærarar í Skúlanum við Løgmannabreyt samlaði til eina hátíðarløtu í miðhøllini.

Løtan byrjaði við felagssangi, síðan bar Sára Poulsen, sum gongur í 7. flokki, fram eina røðu. Hon greiddi frá upprunanum til Altjóða kvinnudagin og vísti á, hví tað hevur týdning at arbeiða fyri javnrættindum. Sæunn Birnadóttir Hansen í 7. flokki spældi eitt vakurt klassiskt stykki á klaver. Tiltakið endaði við felagssangi, fylgispælið hevði Birgit Thomsen, lærari.