Stuðulstiltak til frama fyri barnaheim og skúla í Kenja

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 27.02.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu næmingar og foreldur!

Tað eru nú longu trý ár liðin, síðani vit sum skúli gjørdu eitt átak at savna pening inn til nøkur av teimum fátækastu børnunum í heiminum. Vit savnaðu tá nógvan pening inn, og var hesin peningur til sera stóra hjálp fyri mong.

Tíðin er nú komin, at vit aftur fara at gera eitt tílíkt átak.

Hósdagin 1. mars og hósdagin 8. mars fer 5. flokkur at selja toast og kakao í matarsteðginum. Talan er um rugbreyðs-toastar. Møguleiki er at fáa toast uttan ost, og eisini er møguleiki at fáa glutenfrían toast.

Ein toastur kostar 10 kr., og eitt kakao-sunkist kostar 5 kr. Næmingar kunnu í mesta lagi keypa eitt sunkist.

Peningurin, ið kemur inn, fer óskerdur til at hjálpa børnum og ungum, ið eru knýtt at barnaheiminum og skúlunum hjá NLAI (New Life Africa International) í Nakuru í Kenja.

Vit takka hjartaliga

Mylnuni, ið stuðlar við rugbreyði

Miklagarði, ið stuðlar við skinku og osti

MBM, ið stuðlar við kakao-sunkist. Tey verða at fáa 1. mars

Damfar, ið stuðlar við smáum muffins. Tey verða at fáa 8. mars