Badmintontúrur í Íslandi

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 16.02.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fyrsta vikuskiftið í februar fór ein stórur bólkur av badmintonleikarum tíl Íslands at luttaka í kapping í Reykjavík nevnd Reykjavik International Games stytt RIG.
Við í hópinum vóru eisini fimm næmingar úr Skúlanum við Løgmannabreyt. David Syderbø og Róar Frederiksen úr 5. flokki, Dávid F. Berg úr 6. flokki, Rúni Hammer úr 8. flokki og Bára Danielsen úr 9. flokki.
Tey stóðu seg sera væl í kappingini og vóru sum heild væl nøgd við sítt avrik.
Dávid F. Berg úr 6. flokki náddi heilt í finaluna, og spældi hann ein branddyst ímóti einum øðrum føroyingi. Dysturin endaði tíverri við einum 2-1 tapi, men Dávid var sjálvandi sera væl nøgdur at koma heim aftur við einum silvurheiðursmerki.
Øll eru tey samd um, at tey fegin vilja sleppa til hesa kappingina aftur eina aðru ferð - kanska longu um eitt ár.