Flest ynskja at ganga í skúlanum við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 06.02.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Flestu næmingar í Tórshavnar kommunu ynskja at ganga í skúlanum við Løgmannabreyt.

Sum nakað nýtt í ár, var innskrivingin i 1. flokk, forskúla og frítíðarskúla næsta skúlaár í Tórshavnar kommunalu skúlar bert talgild. Foreldur og børn kundu sita heima við hús og fara inn á eina leinkju á heimasíðuni hjá kommununi at skriva seg inn.

Freistin at skriva seg inn var fríggjadagin 19. januar, og tá ið innskrivingin var liðug, vórðu 247 børn innskrivað í komandi 1. flokk.

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu veit at siga, at 1. floksbørnini eru býtt soleiðis millum skúlarnar:

Skúlin við Løgmannabreyt 46 næmingar

Skúlin á Argjahamri 45 næmingar

Skúlin á Fløtum 45 næmingar

Sankta Frans skúli 41 næmingar

Hoyvíkar skúli 32 næmingar

Eysturskúlin 22 næmingar

Kollafjarðar skúli 8 næmingar

Velbastaðar skúli 5 næmingar

Nólsoyar skúli 2 næmingar

Kaldbaks skúli 1 næmingur

Tølini frá báðum frískúlunum eru ikki komin enn, harafturat plaga nøkur børn at leggjast afturat, eftir at freistin er farin.

Nærum øll børnini eru samstundis innskrivað í frítíðarskúlarnar.

Myndirnar eru frá kunningarfundinum, sum skúlin hevði í samband við innskrivingina