Vitjan av kurvabóltsleikarum

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 05.02.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánadagin hevði 8. flokkur vitjan av tveimum kendum kurvabóltsleikarum, Magnus og Poul Jakobsen. 
Næmingarnir lærdu nógv ymiskt, so sum "lay up´s" við høgru og vinstru hond,  hvussu nógv fet ið eru loyvd, avleveringar, skot og "back  spin".  Hetta var ein sera spennandi og læruríkur ítróttartími fyri bæði næmingar og  lærarar.