Føstulávint 2018

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 06.02.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Føstulávintsmánadag

Føstulávintsmánadag 12. februar fara vit at sláa tunnu og at hugna og skemta okkum.

 

Vit ætla, at øll eru komin í skúla í seinasta lagi kl. 8.30, tí tá byrja vit so smátt at hita upp til tunnuslátturin. Stuttligt hevði verið, um øll eru í grýluklæðum og tí ókennilig.

Tá ið vit hava sligið tunnurnar niður og funnið allar kattakongarnar og kattadrotningarnar, fara vit at eta bollar. Vit vilja heita á nøkur foreldur um at baka uml. 10-12 føstulávintsbollar (ella vanligar bollar).  

Eisini fara vit upp á gólv og at avdúka ársins grýlur, umframt at kattakongar og kattadrotningar skulu heiðrast.

Eftir at føstulávintshaldið er liðugt um hálvgum tólvtíðina, fara teir eldru flokkarnir til hús, meðan næmingarnir í 1. og 2. flokki kunnu fara í frítíðarskúla kl. 11.20. Frítíðartilboðið til 3.fl letur upp kl. 13.20.

 

Vónandi eru øll í góðum grýluhýri, so at vit aftur í ár fáa eitt gott, stuttligt, spennandi og ikki minst hugnaligt føstulávintshald, ið vit fara at minnast aftur á við gleði.

 

Føstulávintstýsdag

Í hesum skúlaárinum eru tveir frídagar, sum skúlin kann leggja, og hava vit valt at leggja annan týsdagin eftir føstulávintsmánadag. Hin frídagurin er lagdur fríggjadagin 11. mai, dagin eftir Kristi himmalsferðardag.

Tí skulu vit ikki tíðliga upp týsmorgunin 13. februar. Vit sleppa at sova leingi, tí vit hava sum sagt ein frídag og skulu tí ikki í skúla.

 

Frítíðarskúlin

Føstulávintstýsdag er frítíðarskúlin opin fyri 1. - 2. fl. frá kl. 7.45 til 17.00.

Foreldur skulu siga frítíðarskúlanum frá, um barn teirra fer í frítíðarskúla týsdagin.

Mikudagin 14. februar síggjast vit aftur í skúla sum vanligt.