Opið hús

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 10.01.2018

Tíðindabólkar: Tíðindi

Opið hús í skúlanum viđ Løgmannabreyt

Týsdagin 16. januar 2018 kl. 17-18 hava vit opið hús í skúlanum við Løgmannabreyt fyri áhugaðum foreldrum og børnum, ið skulu í skúla eftir summarfrítíðina.
Kunnað verður m.a. um skúlan, skúlagongd, skúlatilboð, frítíðarskúla o.a. 
Innskrivingin er bert talgild í ár, so heldur enn at sita heima viđ telduborðið, skipa vit fyri innskriving í okkara skúla. 
Gloymið ikki p-talið hjá barninum.
Foreldur og børn eru eisini vælkomin til tiltakið, hóast tey longu eru innskrivaði í skúla.