Í menniskjum góður tokki

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 06.12.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fríggjadagin 1. desember var tiltakið "í menniskjum góður tokki" í skúlanum. Væl av fólki vitjaðu, bæði næmingar, foreldur, systkin, ommur, abbar o.s.fr. løgdu leiðina framvið henda seinnapartin. Miðhøllin var uppskrýdd í jólastási og nógv forvitnisligt var at fáa. Niels Heðin spældi upp á harmoniku og eisini sungu næmingarnir í innskúlingini jólasangir.