Giza Hoyvík vunnið søguligt FM

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 06.10.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í SVL-blaðum, ið kemur út í evnisvikuni, hevur Anna Elisabeth Weyhe í 6. flokki skrivað eina áhugaverda grein um ítróttin í Hoyvík. Vit hava fingið loyvi frá høvundanum at leggja greinina út á heimasíðu okkara.

Ítrótturin í Hoyvík

Í Hoyvík hevur hondbólturin altíð verið mest ráðandi. Nógv meistaraheiti eru vunnin ígjøgnum mong ár, bæði hjá teimum yngru og teimum eldru.

Fólkatalið er vaksið nógv tey síðstu árini, og nú búgva nøkur túsund fólk í Hoyvík. Tey flestu, sum byggja her, eru barnafamiljur, og tí búgva nógv børn her. Hetta er ein orsøk til, at H71 er størsta hondbóltsfelagið í Føroyum. Flestu hoyvíkingar spæla hondbólt.

Men nú er fótbóltur eisini komin til Hoyvíkar. Giza Hoyvík er eitt nokk so nýtt felag, og besta mansliðið hjá teimum spælir í næstbestu deildini. Teir hava enn ongantíð verið í bestu deildini, men um gongdin verður sum hjá H71, so verður tað ikki leingi, til teir vera við har.

Giza Hoyvík vann fyrsta meistaraheitið í søgu felagsins síðsta vikuskiftið. Hetta vóru U12 dreingirnir. Kappingin var sera spennandi. B36, HB, NSÍ og Giza Hoyvík vóru í finalubólkinum. Øll liðini fingu líka nógv stig, og tí var tað málúrtøkan, ið avgjørdi kappingina, og her var Giza Hoyvík best.

Spennandi verður at vita, um fótbólturin fer at yvirhála hondbóltin í Hoyvík ella um bæði fara at verða líka góð.

Eitt er vist, framtíðin er bjørt í Hoyvík! Ella sum H71 sigur: Framtíðin er svørt!

Anna Elisabeth Weyhe

SVL - 6. flokkur

 

Úrslitini vóru hesi:

HB – Giza Hoyvík 1-1

B36 – NSÍ 1-1

NSÍ – HB 7-3

Giza Hoyvík – B36 1-2

B36 – HB 0-2

Giza Hoyvík – NSÍ 5-0

 

Endaliga støðan:

1.      Giza Hoyvík      4 stig + 4 mál (7-3)

2.      NSÍ                   4 stig ÷ 1 mál (8-9)

3.      B36                  4 stig ÷ 1 mál (3-4)

4.      HB                   4 stig ÷ 2 mál (6-8)

 

FM-vinnarar 2017 eru U12-dreingirnir hjá Giza Hoyvík.

Standandi f.v.: Teitur Sondum, Rúni Garðshorn, Rókur Kollsker, Julian Frankieson, Filip á Smið og Frankie Jensen, venjari.

Húkandi f.v.: Aron Frankieson, Jón Midjord, Høgni Heinason og Rói Hjaltason.

Tað áhugaverda og sjáldsama við hesum FM-liði er, at sjey av teimum níggju dreingjunum ganga í skúlanum við Løgmannabreyt og næstan allir í sama flokki.

Rúni, Rókur, Julian, Aron, Høgni og Rói ganga í 6. flokki, meðan Jón gongur í 5. flokki. Teitur gongur í Hoyvíkar skúla og Filip í Kaldbaks skúla.

Skúlin við Løgmannabreyt ynskir Giza Hoyvík og U12-dreingjunum hjartaliga til lukku við fyrsta FM-heitinum hjá felagnum.