SVL samfelagið

Skrivað hevur: Ása Beder

Útgivið tann: 27.09.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

EVNISVIKA
SVL samfelagið


Mánadagin 2.oktobur byrjar evnisvikan, SVL samfelagið.
Næmingarnir eru í skúla frá kl. 8-12.35 hvønn dag, tó fríggjadag til kl. 11.30.

Nógv ymiskt tilfar skal brúkast hesar dagar. Um tað er onkur, sum eigur okkurt av hesum, sum tó ikki verður brúkt heima, hevði tað verið gott, um tit tóku tað við í skúla.
(So fáa tit kanska samstundis rudda út heima :) )
Neglalakk
Ymiskt til hár
Slættijarn, krúllijarn ella líknandi
Bløð (Anders And bløð, Strok og líknandi bløð)
Bøkur (alt slag av bókum)
Ymisk spøl (kort spøl, brett-spøl og líknandi)
Tógv (alt slag av tógv)
Viðarbular ella líknandi tilfar
Muffins formar ella líknandi
Stokkar
Vaflijarn, toastjarn ella líknandi