6.flokkur á floti

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 06.09.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mikudagin var 6.fl. í fjørðinum við Westward Ho.
(fleiri myndir síggjast við at trýsta á myndina)

Tað er býráðið og sluppvinir, sum aftur í ár skipa fyri fiskikapping millum skúlaflokkar í Tórshavnar Kommunu. Henda dagin átti so okkara 6.fl. tørn. Mikumorgunin vóru rættiliga góð líkindi, bara eitt lítið lot og sólin skein av bláum himni. Móti miðdegi vaks vindurin, men hóast tað, varð gjørt av at fara av stað við okkara flokki um eitt tíðina. Tað vísti seg skjótt, at hugsingur var ikki at fara yvir um fjørðin undir Nólsoynna, har fiskur hevði verið um morgunin, tí sjógvurin var alt ov ringur. Tí varð farið undir Glyvursnes í lívd fyri ættini sunnani frá. Har vóru hampilig líkindi, men eingin fiskur. Seinni var so roynt út fyri Hvítanes, eisini í lívd fyri vindinum - og sama skili. So hetta gjørdist ein vána fiskidagur: 21 børn, 6 vaksin, 12 tráður og 4 tímar á floti bleiv einans til 4 fiskar. 

Hinvegin var tað ein sera góður túrur og hóast lítið var at fáa, hugnaðu næmingarnir sær saman. Og um ikki annað, so skein sólin allar fýra tímarnar á tamb og manningin var bæði blíð og hjálpsom.