Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 16.08.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Tey hava bíðað í spenningi, men nú upprann so stóri dagurin. Dagurin, tá tey fyrstu ferð skuldu í skúla.

 

Í ár byrja 32 næmingar í 1. fl. í Skúlanum við Løgmannabreyt - 16 dreingir og 16 gentur. Høgni Joensen, skúlastjóri, tók ímóti teimum og bjóðað teimum at vera hjartaliga vælkomin í okkara skúla.

 

Børnini vóru sum vera man ógvuliga spent og vóru farin tíðliga upp í morgun. Nógv høvdu fingið nýggja tasku og nýtt penalarhús. Nøkur høvdu fingið nýggja vakra mynsturbundna troyggju, og onkur segði seg hava fingið nýggjar skógvar.

 

Toymið, ið er um 1. flokk eru: Ingibjørg A. Mohr, Barba Jansdóttir og Lý Niclasen.

 

Vit í skúlanum er eisini øgiliga spent og gleða okkum líka nógv sum børnini í 1. fl. Eisini gleða vit okkum at samstarva við foreldrini, so at næmingarnir koma at trívast og mennast í skúlanum.

 

Vónandi fáa vit nøkur góð, trygg og spennandi skúlaár saman.

 

Samansettar myndir frá 1. skúladegnum kunnu síggjast her.

 

Fleiri myndir frá 1. skúladegi eru at síggja her.