Felags útferð 2017

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 21.06.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í ár gekk leiðin niðan á Kongavarðar á Argjum

Árliga útferðin hjá Skúlanum við Løgmannabreyt gekk í ár út á Argir og niðan á Kongavarðar. 1.-3. flokkur fóru frá skúlanum á Argjahamri og 4.-9. flokkur fóru frá bóndagarðinum í Havnadali. Komin niðan á, ótu vit matpakka og hugnaðu okkum saman, áðrenn leiðin gekk oman aftur á Hamaran og niðan aftur í Hoyvíkina - flestu við bussi, summi til gongu og nøkur blivu heintað í bili.