Lesiroyndir

Skrivað hevur: Jón Kragesteen

Útgivið tann: 25.05.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Farið verður undir lesiroyndir í komandi viku

Sum ein liður í at meta um fakliga støðið í lesing fer Skúlin við Løgmannabreyt at gera lesiroyndir við øllum næmingum í 1., 2., 3. og 4. flokki. Lesiroyndirnar byrja 29. mai.

Endamálið er at meta um og neyvt fylgja við lesimenningini hjá tí einstaka næminginum og soleiðis síggja, um einstaki næmingurin lesur aldurssvarandi. 

Tá ið lesiroyndirnar eru rættaðar, fær viðkomandi lærari í føroyskum frágreiðing um úrslitini hjá einstaka næminginum og samstundis ráðgeving um, hvat kann gerast í teimum førum, har tiltøk eru neyðug. 

Foreldrini verða kunnað um lesiroyndina á komandi foreldraviðtalu.  

Hava tit spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við lesivegleiðara skúlans Elina Nielsen á telefon 280311.