Síðsti skúladagur hjá 9. fl.

Skrivað hevur: Birna Gaard

Útgivið tann: 23.05.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mikudagin 24. mai hevur 9. fl. sín seinasta undirvísingardag og eins og undanfarin ár fer hetta at seta dám á skúladagin við Løgmannabreyt.

Eftir fríkorterið kl. 9.50 fara næmingarnir í 9. fl. at skipa fyri undirhaldi og øðrum til gamans og skemtanar í námsfrøðiliga tænastudeplinum og úti í skúlagarðinum.

9. fl. heitir tí á næmingarnar at hava skiftingarklæðir og vatnrevolvarar við, tí ikki tykkum at siga, er tað mangan so, at vatnkríggj er á skránni. Tey ið eiga eina "smartphone" vera eisini biðin um at taka hana við í námsfrøðiliga depilin kl. 9:50.

Umleið kl. 11.20 er alt liðugt. Næmingarnir hava ein matarsteðg og vanliga tímatalvan verður tikin uppaftur.