Fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 06.05.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mánakvøldið 8. mai kl. 19.30 til 22.00 verður ein áhugaverdur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Dorthe Borgkvist frá Klinik Syn og Indlæring í Danmark fer at halda fyrilestur við heitinum: Dit barn er ikke dumt, det har bare neurologiske udfordringer.

Dorthe hevur í nøkur ár - í samstarvi við skúlar og foreldur í Føroyum - hjálpt børnum, ið hava innlæringaravbjóðingar og/ella trupult við at hugsavna seg í skúlanum. Úrslitið av hesum samstarvi hevur havt jaliga ávirkan á hesi børn og næmingar.

Um tit halda, at hetta er áhugavert hjá tykkum ella foreldrum at børnum í tykkara skúla at hoyra meiri um, eru tit vælkomin at deila viðhefta skjal.

Øll áhugað er vælkomin til fyrilesturin, ið kostar 100,- kr. Gjaldast skal við dyrnar.

Viðfest skjal