Føstulávint 2017

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 22.02.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Góðu næmingar og foreldur

 

Føstulávintsmánadag

Føstulávintsmánadag 27. februar fara vit at sláa tunnu og at hugna og skemta okkum.

 

Vit ætla, at øll eru komin í skúla í seinasta lagi kl. 8.30, tí tá byrja vit smátt um smátt at hita upp til tunnuslátturin. Stuttligt hevði verið, um øll eru í grýluklæðum og tí ókennilig.

 

Tá ið vit hava sligið tunnurnar niður og funnið allar kattakongarnar og kattadrotningarnar, verður okkurt gott at fáa. Eisini fara vit upp á gólv og at avdúka ársins grýlur, umframt at kattakongar og kattadrotningar eisini skulu heiðrast.

 

Eftir at føstulávintshaldið er liðugt um hálvgum tólvtíðina, fara teir eldru flokkarnir til hús, meðan næmingarnir í 1. og 2. flokki kunnu fara í frítíðarskúla.

 

Vónandi eru øll í góðum grýluhýri, so at vit aftur í ár fáa eitt gott, stuttligt, spennandi og ikki minst hugnaligt føstulávintshald, ið vit fara at minnast aftur á við gleði.

 

Føstulávintstýsdag

Í hesum skúlaárinum eru tveir frídagur, sum skúlin kann leggja, og hava vit valt at leggja annan týsdagin eftir føstulávintsmánadag. Hin frídagurin er lagdur fríggjadagin 26. mai, dagin eftir Kristi himmalsferðardag.

 

Tí skulu vit ikki tíðliga upp týsmorgunin. Vit sleppa at sova leingi, tí vit hava sum sagt ein frídag og skulu tí ikki í skúla.

 

Frítíðarskúlin

Føstulávintstýsdag er Frítíðarskúlin opin frá kl. 7.45 til 17.00.

 

Foreldur skulu siga Frítíðarskúlanum frá, um barn teirra skal í frítíðarskúla týsdagin.

 

Mikudagin 1. mars síggjast vit aftur í skúla sum vanligt.

 

  

Vinarliga

Skúlin við Løgmannabreyt