Nýggj matpakkaskipan

Skrivað hevur: Bogi

Útgivið tann: 05.02.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

PM Pluss og Skúlin við Løgmannabreyt hava í nøkur ár samstarvað um eina matarskipan, har næmingar og lærarar hava havt møguleika at bílagt sær breyð ella pasta tríggjar dagar um vikuna.

Men nú hava PM Pluss og Gist og Vist avtalað at samstarva og menna eina nýggja fjølbroyttari matarskipan til áhugaðar skúlar.

Vit hava valt at vera við í hesi nýggju matarskipanini, millum annað tí, at úrvalið er nógv fjølbroyttari og verður víðkað javnt og samt. Ein onnur broyting er, at nú ber til at bíleggja mat hvønn dag.

Slóðin til matarskipanina er www.matpakkin.fo

Nærri kunning um nýggju skipanina finna tit her. Úrvalið sæst á heimasíðuni matpakkin.fo