Vinarflokkar hittast

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 03.02.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Sum liður í at skapa okkara áhaldandi arbeiði at skapa trivnað millum næmingarnar hevur skúlin vinaflokkar. 4. og 8. fl eru vinaflokkar og hittust fyri viku síðani. Umframt at vera vinaflokkar, so hevur hvør næmingur eisini sín flokksvin.

Dagurin byrjaði í høllini og nógv stuttlig spøl vóru á skrá millum annað stoppdansur, har tvey og tvey skuldu gera ymiskt, tá tónleikurin steðgaði - spæla baby, lastbil, bus, apa og træ. Her vóru flokksvinirnir sjálvsagt saman.

Síðani varð skipað fyri trimum staffettum - 5 sett av floksvinum í hvørjum bólki. So var aftur stoppdansur á skránni, har tey somu 10 skuldu gera ymiskt saman, tá tónleikurin steðgaði - rutsjubana, pyramidu og koyrandi tok. At enda skuldu tey masera hvør øðrum. Ein ómetaliga væl eydnað løta, og vit lata myndirnar tala fyri seg: http://www.svl.fo/?p=322