Innskriving í fyrsta flokk

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 09.01.2017

Tíðindabólkar: Tíðindi

Felagsinnskriving í Tórshavnar kommunalu skúlar, forskúla og frítíðarskúlar skúlaárið 2017/2018.

Foreldur ella verjar, ið ætla at lata barn/børn fødd fyri 1. januar 2011 í 1. flokk í Tórshavnar kommunalu skúlar næsta skúlaár, kunnu skriva barnið/børnini inn á netinum á torshavn.fo. Freistin at skriva inn á netinum er 19. januar 2017 kl. 18.
Innskriving til skúlarnar í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum er á netinum - ella í Reinsarínum mikudagin 18. og hósdagin 19. januar 2017, báðar dagarnar kl. 15.-18. Skriva barnið inn HER.

Tað ber til at biðja um at fáa barn/børn í ein av skúlunum, men er pláss ikki fyri øllum teimum næmingum, sum búgva næst við ávísan skúla í kommununi, verður neyðugt at flyta næmingar í skúla, har pláss er.

Tá ið innskrivingin er liðug, fáa foreldrini boð frá skúlanum, har barn teirra skal í 1. flokk.

Forskúli
Foreldur ella verjar, ið ætla at skriva børn í forskúla í Sankta Frans skúla ella i forskúla í Skúlanum á Argjahamri, kunnu skriva tey inn á torshavn.fo - ella í Reinsarínum mikudagin 18. ella hósdagin 19. januar 2017.

Innskrivingin
Skúlarnir í Tórshavn, Hoyvík og á Argjum

Skúlin á Argjahamri (1.fl. og forskúli)
Skúlin á Fløtum
Sankta Frans skúli (1.fl. og forskúli)
Eysturskúlin
Hoyvíkar skúli
Skúlin við Løgmannabreyt

Innskrivingin er á netinum til 19. januar kl. 18 ella í Reinsarínum mikudagin 18. og hósdagin 19. januar, báðar dagarnar kl. 15.00-18.00.

Havið avrit av dóps-/navnabrævi við og p-tal við.

Eisini ber til at ringja á Reinsaríið somu tíð á telefon 21 41 40.

Kollafjarðar skúli
Innskrivingin er á netinum til 19. januar kl. 18 ella í Kollafjarðar skúla mikudagin 18. januar kl. 15.00.

Kaldbaks skúli
Innskrivingin er á netinum til 19. januar kl. 18 ella í Kaldbaks skúla mikudagin 18. januar frá kl. 19.00 - 20.00 ella á telefon 30 25 20 / 21 39 37.

Velbastaðar skúli
Innskrivingin er á netinum til 19. januar kl. 18 ella í Velbastaðar skúla hósdagin 19. januar kl. 15.00-19.00 ella á telefon 30 25 05 / 22 86 07.

Nólsoyar skúli
Innskrivingin er á netinum til 19. januar kl. 18 ella í Nólsoyar skúla hósdagin 19. januar kl. 17.00 ella á telefon 30 24 65 / 21 70 01.

Frítíðarskúlin
Børn, ið skulu í frítíðarskúla, verða innskrivað á netinum ella í Reinsarínum / skúlanum somu tíð, sum felagsinnskrivingin er. Eisini fáast umsóknarbløð til frítíðarskúlan í Snarskivuni, á torshavn.fo ella á telefon 30 20 10.

Upplýsingar í smb. við innskriving
Havið avrit av dóps-/navnabrævi við og p-tal.

Meiri fæst at vita
um innskrivingina í skúlunum ella á Mentamáladeildini, Katrin Ellingsgaard, málsviðgeri í skúlamálum, telefon 30 20 10 / 28 11 23.