Kirkjugongd í Skúlanum við Løgmannabreyt

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 20.12.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Eftir ætlan skuldu næmingar, lærarar og námsfrøðingar í Skúlanum við løgmannabreyt í kirkju í morgun, men orsakað av vánaliga veðrinum, bar hetta okkum snøgt sagt ikki til. Tað var óhugsandi at 435 næmingar skuldu fara til gongu frá skúlanum og oman í Hoyvíkar kirkju. Men til ber heldur ikki at fara í jólafrí uttan at hava hoyrt jólaevangeliið. Tí gjørdi skúlastjórin, Høgni Joensen, skjótt av og ringdi til prestin, Theodor Olsen, og bað hann koma niðan í Skúlan við Løgmannabreyt at hava jólaguðstænastuna. Prestur var til dystin fús, og klokkan 10 verður “kirkjugongd” í skúlanum við Løgmannabreyt.

Næmingar í 7. flokki hava gjørt námsfrøðiliga depilin til reiðar at taka ímóti teim 435 næmingunum og 40 lærarunum og námsfrøðingunum, sum eru á skúlanum. Teir hava verið sera raskir at seta stólar upp, so depilin minnir um eina kirkju, og adventskransurin er sjálvandi tendraður. Latið so jólini koma.