Jólini nærkast í hvørjum - - og broytingar eru í tímatalvuni

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 13.12.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

 

 

 

Nú nærkast jólini, og sum vant eru onkrar broytingar í tímatalvuni. Her er eitt yvirlit yvir skúlagongdina seinastu dagarnar undan jólum:

 Týsdagur 13. desember                  

Vanlig skúlagongd, men venjingar til jólahaldið eru eisini

 

Mikudagur 14. desember                 

Vanlig skúlagongd, men venjingar til jólahaldið eru eisini 

 

Hósdagur 15. desember              

Skúlagongd frá kl. 8:00 – 11:30

Stovurnar verða hampaðar at taka í móti foreldrunum, sum koma um kvøldið, og síðsta hond verður løgd á jólaframførslurnar.

Frumframførsla er kl.10:00 – 11:30

- 1. og 2. flokkur fer í frítíðarskúla.        

Jólahald verður fyri næmingum, foreldrum, systkjum o.ø klokkan 16:00 – 18:30

 

Fríggjadagur 16. desember:        

Skúlagongd frá kl. 8:00 – 11:30

Kl. 10 er sjónleikur fyri næmingum og lærarum í 1. -9. flokki.

- 1. og 2. flokkur fer í frítíðarskúla.

 

Mánadagur 19. desember:     

Skúlagongd frá kl. 8:00 – 11:30

Kl. 9 er jólatræ fyri næmingar og lærarar í 1. -9. flokki

- 1. og 2. flokkur fer í frítíðarskúla.

 

Týsdagur 20. desember:       

Skúlagongd frá kl. 8:00 – 11:30

Jólapynt verður tikið niður og stovurnar hampaðar.

Klokkan 10:00 fara vit til jólaguðstænastu í Hoyvíkar Kirkju.

Eftir jólaguðstænastuna hava næmingarnir í 3. – 6. flokki jólafrí, og næmingarnir í 1. og 2. flokki kunnu fara í frítíðarskúla. Áðrenn næmingarnir í 7., 8. og 9. flokki sleppa í jólafrí, skulu teir niðan í skúlan at fáa karakterblaðið handað.

 

Blíðastu jólaheilsanir

Skúlin við Løgmannabreyt