Sterkir menn vitja skúlan

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 18.11.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í vikuskiftinum verður ein altjóða kapping fyri sterkar menn í Høllini á Hálsi. Hesar sterku kempurnar skulu vitja skúlan við Løgmannabreyt í morgun, fríggjadagin 18. november kl. 10.

Næmingarnir hjá okkum fáa sum teir einastu í Føroyum høvi at síggja og heilsa upp á sterkasta mann í Evropa, Danmark, Noregi og okkara egna, Føroya sterkasta manni, Bjarna Nielsen.

Fyrireikingarnar hjá føroyska risanum, Bjarna Nielsen, eru í hæddini, og at hann hevur góðar vónir til kappingina.