Skúlastýrisval og fyrilestur

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 24.10.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Uppstillingarfundur til skúlastýrisval verður í Skúlanum við Løgmannabreyt týskvøldið 25. oktobur klokkan 19.00. Í samband við uppstillingarfundin verður fyrilestur við heitinum: Læring, mótstøðuføri og egintamarhald.

Fyrilesturin vísir á, at tað ongantíð áður hava verið so nógv børn, sum ikki trívast. Alt fleiri og yngri børn gerast tunglynt og fáa aðrar sálarligar trupulleikar. Hetta hóast vit ongantíð áður hava havt størri fokus á trivnað, bæði á stovnum, heima og í skúlanum. Fyrilesturin leggur dent á, at farast skal frá eini hugsan um, at trivnaður skal til fyri at læra og heldur hugsa, at læring og trivnaður mugu ganga hond í hond. Uttan læring er heldur eingin trivnaður. Víst verður á, at foreldur og lærarar ikki skulu óttast at seta krøv til børn. Frá fyrsta degi skulu børnini eggjast til at arbeiða og kýta seg, tí nýggj gransking vísir. At børn trívast, tá tey útynna nakað.

Vit vóna at síggja so nógv fólk sum til ber – eisini tey, sum ikki ætla sær at stilla upp.