Skúlastýrisvalið 2016

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 17.10.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Val av foreldraumboðum verður týsdagin 8. novembur 2016 í Ítróttarhøllini á Hálsi í somu hølum sum kommunuvalið.

Mentamálaráðið hevur gjørt ein kunningarfaldara, sum næmingarnir fáa heim við mánadagin 17. oktobur. Um so er, at tit ikki hava fingið faldaran, kunnu tit venda tykkum til skúlan.

Vallisti við nøvnum á foreldrum liggur frammi á skrivstovu skúlans frá týsdegnum 18. oktobur. Til ber at síggja vallistan allar skúladagar millum 8.00 og kl. 14. 00. Til ber eisini at ringja til skúlan á tel. 302450 ella 214109 fyri at vita, um man er skrásettur á vallistanum. 

Valrætt og valbæri hava foreldur, sum hava foreldramyndugleika yvir børnunum, sum eru skrivað inn í skúlan. Eingin kann atkvøða, uttan hann/hon er á vallistanum.

Viðvíkjandi valrætti og valbæri verður annars víst til faldaran frá Mentamálaráðnum. 

Uppstillingarfundur verður í skúlanum týskvøldið 25. oktobur kl. 19.00. Á skrá verður millum annað áhugaverdur fyrilestur um læring og trivnað. meiri kunning um fyrilestruin kemur seinni.

Á uppstillingarfundinum verður kunnað um valið og høvið verður at umrøða spurningar og ivamál í sambandi við skúlastýrisvalið.

Eftir fundin hava tey, ið eru møtt, høvi at hava uppstillingarfund og lata inn uppstillingarlistar.

Uppstillingarlistar skulu latast inn á skrivstovu skúlans og vera forkvinnuni í valnenvdini, Gitte Klein, í hendi í seinasta lagi týsdagin 1. novembur klokkan 18.00.

Í valnevndini í Skúlanum við Løgmannabreyt eru: Gitte Klein, forkvinna, Ruth E. Mørk, umboð fyri kommunustýrið og Elin Michelsen, umboð fyri foreldrini í skúlastýrinum.

Fyri at hava ein vælvirkandi skúla, har trivnaður og læring verða sett í miðdepilin, hevur tað alstóran týdning, at eitt skipað samstarv er millum skúla og heim, og at foreldur eru við í arbeiðinum at mynda virksemi skúlans.

Møtið tí fjølment til uppstillingarfundin týskvøldið 25. oktobur kl. 19.00.