Felagsforeldrafundur

Skrivað hevur: Rói Jacobsen

Útgivið tann: 14.09.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Danski sálafrøðingurin Jens Andersen fer at halda fyrilestur fyri okkum um tann týdning, ið foreldur hava á barnisins menning, felagskap, trivnað og læring í skúlanum

 

Góðu foreldur,

vit vilja fegin bjóða tykkum til felagsforeldrafund.

Danski sálafrøðingurin Jens Andersen fer at halda fyrilestur fyri okkum um tann týdning, ið foreldur hava á barnisins menning, felagskap, trivnað og læring í skúlanum.

Fyrilesturin er serstakliga um, at vit sum foreldur eru fyrimyndir hjá okkara børnum og um ta ábyrgd, sum foreldraleikluturin hevur við sær, t.d. um samstarv, menning av felagsskapum og um at seta børnum krøv.

Jens Andersen er ein væl dámdur og undirhaldandi fyrilestrarhaldari, sum nýtir skemt og ítøkilig dømi úr gerandisdegnum at lýsa barnauppaling og familjulív.

 

Dato:

Mikukvøldið 21. september 2016 klokkan: 19.00 – 20.30

 

Stað:

Skúlin við Løgmannabreyt