Vinarflokkar í Gomlu Hoyvíkini

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 21.06.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í Skúlanum við Løgmannabreyt hava vit vinarflokkar. Hetta inniber, at eldru næmingarnir taka sær væl av yngstu næmingunum í skúlanum. 6. flokkur er vinarflokkur hjá 2. flokki og hava verið tað, síðani tey byrjaðu í skúlanum. Gjøgnum árið gera flokkarnir nøkur tiltøk saman, og í góðveðrinum vóru teir útferð herfyri í Gomlu Hoyvíkini. Børnini høvdu glúpar við og fangaðu ymiskt. Eldru næmingarnir tóku sær sera væl av yngru næmingunum, meðan lærararnir vóru at kalla arbeiðsleysir hesa løtuna. Teir nýttu høvið at brúnka sær leggirnar...

Fleiri myndir eru á facebook vanganum hjá skúlanum