Listin hægstu raðfesting

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 15.06.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Í skúlanum við Løgmannabreyt raðfesta vit mentan og list høgt. Listin og kreativu lærugreinirnar fáa hægstu raðfesting á skúlanum, tí vit meta, at fakligheit og kreativitetur hanga neyvt saman.

Hesar seinastu vikurnar hava vit ikki minni enn 7 ymiskar framsýningar av flottum avrikum, sum næmingar úr ymsum flokkum hava gjørt. Millum framsýningarnar eru tari, sum børnini hava málað, myndir av stóra listaverkinum, sum Edvard Fuglø hevur myndprýtt veggirnar í skúlanum við, endurnýtslutilfar, glaslist og mangt, mangt annað.

Umframt at børnini sjálvi regluliga nýta síni listarligu evni, skiftast næmingar hvønn fríggjadag um at leggja fram fyri hvør øðrum um føroysk listafólk. Á henda hátt royna vit at gera listina nærverandi í gerandisdegnum, soleiðis at næmingarnir læra at gáa um og virðismeta listina.