Fyrsti næmingur liðugur við próvtøkuna

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 15.06.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Fyrst at gera seg lidna við próvtøkuna í 9. flokki í ár var Rakul Joensen. Tí flagga vit í dag.

Seinasta próvtøkufakið hjá Rakul var føroyskt, og í morgun hevur hon vundið Merkið í húnar hátt, sum siður er. 

Fríggjadagin verða seinastu próvtøkurnar, og við hátíðarhaldið mikudagin 22. juni kl. 16 fáa næmingarnir prógvið handað.

Skúlastjórin handar Rakuli blómutyssi.