Prógvhandan hjá 9. flokki

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 14.06.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Mikudagin 22. juni klokkan 16.00

Hesar dagarnar hava næmingarnir í 9. flokki úr at gera við próvtøkum, men mikudagin 22. juni fáa teir prógv. Og tá byrjar summarfrítíðin og eitt nýtt skeið í lívi teirra. 

Prógvhandanin verður mikudagin 22. juni klokkan 16.00. Á skrá verður tónleikur og onkur røða. Aftaná bjóðar skúlin kaffi og køku. Verið vælkomin.