Árligi trivnaðardagurin

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 23.05.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

 

Í Skúlanum við Løgmannabreyt raðfesta vit trivnaðin høgt. Tí skipa vit fyri tveimum árligum døgum, har trivnaður og virðing eru í hásæti. Talan er um trivnaðar- og virðisdagar. Tað er umráðandi at vit geva okkum stundir at steðga á og hugsa um trivnaðin.

Fyrireikingin til trivnaðardagin byrjaði fyri eini tíð síðani. Toymini í ymsu deildunum fingu til uppgávu at snikka ein dag saman við stuttligum tiltøkum til ymsu deildirnar. Í góðveðrinum í dag 23. mai sleppa næmingar og lærarar at royna ymsu tiltøkini. Millum tiltøkini eru: klatriveggur, bowling, sigla við bátum í tjørnini, stúltustafett og mánabilar. Vit vóna og vænta, at dagurin verður minniríkur.

Seinnapartin verður ein “loynilig” framførsla, har onkur kemur útifrá og undirheldur, og dagurin endar umleið klokkan 13.

Myndir frá trivnaðardegnum koma, sum dagurin líður