Hevur tú hug at arbeiða í okkara fantastiska skúla?

Skrivað hevur: Gitte Klein

Útgivið tann: 19.05.2016

Tíðindabólkar: Tíðindi

Skúlin søkir eftir lærarum

Lærarar til skúlan við Løgmannabreyt

Skúlin við Løgmannabreyt søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum at byrja skúlaárið 2016/2017.

Søkt verður eftir:

·         2 lærarum í fast starv

·         6 lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2016/2017 fyri lærarar í farloyvi, vegna lækkað tímatal, eftirútbúgving, serligan tørv og avlopstímar. Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2016

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær KT-varða arbeiði, at undirvísa í innskúlingini og  ítrótti/svimjing við dreingjum.

Førleikakrøv

Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.
Tað kann vera ein fyrimunur, at tú dugir væl at brúka teldu sum amboð í undirvísingini og talgildar undirvísingarmiðlar.

Skúlin bjóðar

Nýggjan og nútímans skúla
Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
·         Góðar arbeiðsumstøður
·         Starvsfólkahóp, ið ikki er bangin fyri avbjóðingum

 
Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

 

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum við Løgmannabreyt í hendi í seinasta lagi týsdagin 31. mai 2016, kl. 12.00.

 

Tú fært meiri at vita

um størvini frá Høgna Joensen, skúlastjóra, á tlf. 214109.

Umsóknin verður stílað til: 

Skúlin við Løgmannabreyt

Postrúm 3174

110 Tórshavn

ella við telduposti: hogni.joensen@skulin.fo

 

Um skúlan:

Skúlin við Løgmannabreyt er 2-sporaður skúli í Hoyvík. Næmingatalið er uml. 450 í níggju árgangum. Lærararnir eru 40 umframt stuðlar og onnur starvsfólk.

 

Eisini er frítíðarskúli til 1. og 2. flokk knýttur at skúlanum. Har arbeiða 12 námsfrøðingar og hjálparfólk.

 

Tú kanst lesa meiri um skúlan á heimasíðuni www.svl.fo