2023 0222 Miðbýur, Skansin og Skansatangi (Sólir)
Fóru við 1'aranum oman í Steinatún. Har ynsktu næmingarnir, at vit fóru í Grasagarð og so gjørdu vit tað eina løtu. Veðrið var sera gott í miðbýnum, stilli og sól. Vit fóru so til gongu oman eftir og dvøldu við ymist áhugavert, m.a. arbeiðinum at gera "Omaná", standmyndum og øðrum. Síðani gekk leiðin út á Havnar Skansa. Har tosaðu vit um søguna hjá skansanum, sum byrjaði fyri 4-500 árum síðani, m.a við at Magnus Heinason tók stig til at byggja skansan, fyri at verja býin móti sjórænarum. Hermannavirkið á skansanum steðgaði fyri 120 árum síðani.
Síðani fóru vit oman í fjøruna við Skansatanga at kynda bál, eta matpakka o.a. Genturnar vóru sera upptiknar av at telgja meðan dreingirnir fingu tað mesta av tíðini at ganga við at hyggja eftir aldusuðinum og lívinum í fjøruni. Á veg yvir móti Strond vitjaðu vit eisini kanón, sum er leivd frá seinna heimsbardaga.
Í fjøruni funnu vit ein fisk, men dugdu ikki at meta um slagið, kanska ulka ella kongafiskur??
So kom tíðin til, at vit skuldu venda nøsini heim aftur og vit valdu at ganga eftir gøtum gjøgnum eysturbýin niðan móti SMS, har steðgistað fyri 1'aran er.
Tá ið vit komu á Traðarvegin kom onkur í tankar um, at her er barnaheimið hjá Riley alias Rana Petersen. Vit funnu húsið og tóku eina mynd framman fyri húsunum og post kassanum.
Uppi á Hálsi kom restin av flokkinum upp í bussin og vit fylgdust niðan á Løgmannabreyt.