2023 0215 Norðasta Horn, Fjallið (Stjørnur)
Fóru við 1'aranum oman í Steinatún. Vit skuldu bíða í 20 min til næsta buss og tí fóru vit í Grasagarð at fáa tíðina at ganga við at royna spæliplássið og tað dámdi næmingunum væl.
Men tað var ein løgin kensla, sum kom upp, tá ið komið varð inn í Grasagarð, tí har var ikki eitt einasta grasstrá at finna, bara kunstgras, asfalt og plastikk. Tíbetur, so skuldu vit út í hagan um eina løtu.
Vit fóru við 2'aranum út á Norðasta og fóru til gongu niðan móti rossafjósunum. Har sóu vit bæði dunnur, gæs og hønur. Og eisini nakrar seyðir, sum komu heilt tætt til okkum. Gingu fram við skótadeplinum "Tórgarð" og so út í hagan. Leiðin gekk niðan á Lítla Fjall.
Veðrið var sera gott, vindstilli og tí ikki nógv lív í teimum 25 vindmyllunum uppi á Flatnahaga, Húsahaga og Gellingarkletti. So tað var eingin trupulleiki hjá okkum at steðga á í haganum, kynda bál og eta matpakkan. Vit funnu eitt gott stað millum nakrar klettar.
Og sjálvandi høvdu vit "lurtiløtuna" har vit í tveir minuttir blunda og lurta eftir ljóðunum rundan um. Næmingarnir søgdu seg hoyra ljóð frá býnum, krákur, ljóð frá klæðunum og annað.
Síðani gingu vit oman á gøtuna, fram við gamla vatnbrunninum við Gráa stein, sum nú er savnshøli hjá Føroya Ellisakførum - og til bussin oman í Steinatún. Har bíðaðu vit so eftir 1'aranum og fingu høvi, at sleppa av við plastikkið, sum vit høvdu heinta í haganum.
Túrurin niðan á Løgmannabreyt gjørdist merktur av, at gass frá útstoytinum hjá bussinum lak inn, so luftin gjørdist sera vánalig og vamlislig. Bussførarin royndi at opna vindeygu og annað, men lítið hjálpti.
Samanumtikið ein góður útiskúli