2023 0201 Einingarnir, Driftsnes og Hiplingssetri
2023 0201 Einingarnir, Driftsnes og Hiplingssetri
Nú var aftur mikudagur og, sum vanligt var veðrið gott, sólin skein oman og niðan. Vit fóru vit 1'aranum oman til Vegin langa. Gingu oman móti rundkoyringini við Hvítanes, yvir um vegin og út í hagan eystanfyri vegin. Stuttligt at uppliva, at so skjótt hesin stutti teinurin varð gingin og vegurin fór aftur um sýn, hvarv allur larmur frá bilum og vit vóru í friðsæla haganum. Vit gingu fram við Driftsnes móti Hiplingssetrinum og Kýrbergi - fram við Einingunum og Driftsnesi og so oman í Kýrdal. Sólin skein oman og niðan og vermdi ikki sørt. Leiðin gekk út í móti Byrgistanga. Meðan vit gingu tóku vit plastpetti og annað órudd, sum vit sóu. Vit fóru oman í fjøruna í Hoyvík og sóu Heljareyga, sum lá og andaði út og inn. Í sólskininum og lýðkuni ótu vit matpakkan og kyndu bál í fjøruni í Hoyvíkini. Meðan nakrir næmingar sótu og telgdu rundan um bálið fóru aðrir næmingarnir hyggja seg um og gera smærri granskingar. M.a. at finna ymist í fjøruni, so sum øður, gággur og annað. Áðrenn vit fóru viðari skuldu vit hava eina lurtiløtu. Tað er at øll skulu blunda og tiga í 1-2 minuttir og bara lurta eftir tí, sum er at hoyra. Síðani skuldu næmingarnir siga, hvat teir hoyrdu. Nevnt varð m.a. hetta: sjógvur, aldur, dunnur, æður, bátur, starar, fuglar langt burturi. At enda fóru vit til gongu aftur og á einum bera í Hoydølum kvóðu vit Flóvin Bænadiktsson. Gingu so niðan í Kirkjustræti, har 1'arin kom og vit fóru upp í. Í dag var tað mánarnir sum vóru við.