3. fl. útiskúli 4. januar 2023 Av Norðasta horni yvir Lítla fjall yvir í Kerjar
3. fl. útiskúla 4. januar 2023 (Sólir)
Vit fóru vit 1'aranum oman í miðbýin og so í 2'aran, sum koyrir út í Norðasta Horn. Vit steðgaðu við skótadeplinum, sum hevur fingið heitið Tórðgarð. Síðani hildu vit til fjals. Har var gott at ganga. Av Lítla fjalli varð gingið oman í viðarlundina undir Kerjum. Har var lívd og góðar umstøður at eta matpakkan rundan um lítla bálið. Serliga væl dámdu næmingarnir at sveiggja í bandinum, sum hekk har til tað sama. Í dag vóru tað sólirnar sum vóru við.