2022 1019 Útiskúli Klingran, Hoyvíkshagin, Hvítanes
3.fl Útiskúli 19. oktober 2022
Vit gingu frá skúlanum niðan eftir Løgmannabreyt - niðan í Klingruna. Hagani út í Hoyvíkshagan. Har var eitt sindur vátt at ganga, men í góðum vatntøttum skóm er tað eingin trupulleiki. Meðan vit gingu sóu vit fleiri harur og tað var spennandi, tí fleiri næmingar høvdu ikki sæð harur í haganum fyrr. Tá ið vit høvdu gingið í einar 10 min komu vit oman til nýggju rundkoyringina á Hvítanesi. Hagani gingu vit runt um tunnilsopið til Eysturoyartunnilin, niður í Rossagil, fram við Akkersvík og Flávíkini og út á sandin á Hvítanesi. Har ótu vit matpakka og tendraðu bál. Í fjøruni var mangt spennandi at finna, m.a. bein, skeljar, kombikk. Og ein lítlan hyl, sum genturnar doyptu "Gentuvatn". Áðrenn vit vistu av, var tíðin gingin og vit fóru til gongu aftur móti skúlanum. Vit tóku bussin til Løgmannabreyt og gingu so niðan í skúlan. Ein góður túr var at enda komin.